skip to Main Content

Tænastur

Tænastur

Service eftirlit

Við eini serviceavtalu fáa tit fyrimunir. Tit kunnu spara pening og sleppa undan trupulleikum, um tygum hava eina serviceavtalu við P/F Frost.

Sparingar uppá 15-25% í driftini eru ikki óvanligar, um vit hava eftirlit við tykkara køliskipan.

Um tit hava eina serviceavtalu við P/F Frost, so syrgja vit fyri at tykkara køliskipan livir upp til tey krøv, sum eru lógarásett, umframt at vit hava reglulig eftirlit við tykkara køliskipan, sum tryggjar at skipanin altíð koyrir so gott sum gjørligt.

Vaktarskipan

Til kundar okkara við serviceavtalu, bjóða vit eina 24 tímars vaktarskipan – alt árið.

Tygum fáa altíð fatur á einum servicemontøri, og fleiri av umvælingum kunnu klárast beinanvegin við okkara vælútgjørdu bilum.

Tá ringt verður á vakt telefonina uttan fyri vanliga arbeiðstíð tvs. millum kl. 16.00 og 08.00, verður útkall til kundan fakturera minimum 4 tímar.

Lógarásett eftirlit

Sambært lógini um innrættting og nýtslu av trýstberandi útbúnað, so er tað eitt krav at allar køliskipanir skulu eftirhyggjast eina ferð um árið av

einum góðkendum køliveitara. Lógarásetta eftirliti av køli-og frystiskipanum kunnu vit gera fyri tykkara fyritøku.

Link til lóg um um innrættting og nýtslu av trýstberandi útbúnað

 

Ring og hoyr nærri um okkara veitingar og tænastur ella skriva til okkum.

Back To Top