Skip to content

Um P/F Frost

Um P/F FrostP/F Frost varð stovnað í 2001 og hevur verið í støðugum vøkstri síðani.

Í dag starvast 15 mans í fyritøkuni, sum hava útbúgving sum kølimontørar, maskinmenn og elektrikarir við drúgvum royndum frá arbeiði innan køling í Føroyum, Danmark, Íslandi og Norra.

Virksemið hjá P/F Frost fevnir um alt frá smærri umvælingum, til veitan av heildarloysnum innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum. Vit arbeiða bæði fyri stórar, miðalstórar og smáar fyritøkur.

P/F Frost samstarvar eisini við størri útlendskar veitarar innan kølivinnuna, og tá talan er um størri arbeiðir, samstarva vit við hesar veitarar.

Vit loysa uppgávurnar skjótt og dygdargott fyri kundar okkara, til kappingarførar prísir.

Sí meira undir Tænastur og Vørur.

Back To Top