skip to Main Content

Veitingar

P/F Frost er í dag ein av høvuðsveitaranum innan køling til føroysku vinnuna.

Vit hava vitanina og drúgvar royndir innan køling av stór anleggum og smá anleggum. Tí kunnu vit veita alt frá heildarloysnum til smærri umvælingar innan øll sløg av køli-, frysti- og klimaskipanum.

Vit vita at kølingin av vøruni er sera umráðandi fyri góðskuna, tí er umráðandi at køliskipanin virkar sum hon skal og tað kunnu vit syrgja fyri.

Dagliga eru vit runt í Føroyum og veita tænastur til alifyritøkur, skip, virkir, handlar, heilsølur, matstovur og hotel o.a.

Back To Top